Heildarveitari til vinnuna

Elding Business veitir alt til vinnulívið. Vit leggja dent á at bjóða dygdargóðar vørur til tann mest kappingarføra prísin í landinum.

Gerst Business to Business kundi og sí breiða úrvalið á okkara nethandli.

 


Varer fra Vegware

Umhvørvisvinarlig innpakking

Elding Business hevur nýliga gjørt avtalu við ein av heimsins fremstu framleiðarum av vistfrøðiligari innpakking.
 
Vegware hevur fleiri enn 5000 vørur og mennir støðugt nýggjar. Fyritøkan hevur vunnið alskyns heiðursmerki í burðardygd og nýhugsan úti í heimi. Innpakkingin hjá Vegware er gjørd úr vistfrøðiligum tilfari, t.e. plantum og ikki plasti, og kann tískil endurnýtast.

 


Peter Larsen kaffe

Burðardygt kaffi

Gott kaffi ger allan munin. Vit veita vistfrøðiligt kaffi frá viðurkendum kaffibryggjarum, ið tryggja tær besta smakkin.

 

Tá góðskan verður raðfest, hevur tilgerðin eisini alt at siga. Góði smakkurin er bert eitt langtíðarárin av varandi virðing fyri umhvørvinum og fólkunum, ið dýrka kaffið.

 

Hóast kaffi í sær sjálvum er ein einkultur drykkur, eru fleiri tættir, ið spæla inn og ávirka smakkin. Vit veita eitt breitt úrval av eyðkenda merkinum Peter Larsen Kaffe, ið er burðardygt framleitt síðan 1902.

 


Reinføri

Reinføri og reingerð

Reinføri nýtist ikki at vera ein krevjandi postur. Vit veita álítandi loysnir til reinføri í ídnaðinum, so tú fært eitt reinari og tryggari arbeiðsumhvørvi.

 

Vit vita, at rætta útgerðin ger stóran mun í gerandisdegnum og í dagligu reingerðini. Av tí sama er góðskan á okkara vørum í hásæti, so tú fært lokið heilsufrøðiligu krøvini hjá fyritøkuni og arbeitt við góðari samvitsku.

 

Samstundis sleppur tú undan óneyðugum útreiðslum við okkara serprísum til vinnukundar.